Hvat er drama?

Hvat er Drama?

Undirvísing í drama fevnir um læring og menning gjøgnum leiklist og skapandi samskifti.

Orðið "drama" stendst frá grikska orðinum "dran," sum merkir "at gera" ella "at virka," og vísir til tað virksemi, sum fer fram á palli ella í einum filmi.

Á Dramaverkstaðnum eru tað næmingarnir, sum vísa vegin. Vit royna at peila okkum eftir, hvønn veg tey vilja fara. Okkara íkast er at geva teimum førleika at ogna sær amboð innan leiklistina, so tey eru før fyri at fara nýggjar leiðir og hava møguleika fyri at gera royndir innan einstaku lærugreinirnar.

Dramaverkstaðið leggur stóran dent á, at menna næmingarnar við at viðurkenna teirra spontanitet. Á tann hátt er tað møguligt at bøta um sjálvsvirðing, sjálvsálit og samstarv við onnur. Næmingar læra at arbeiða saman, menna sínar samskiftisførleikar, styrkja sjálvsálitið, og fáa eina betri fatan av, hvussu menniskju uppliva og fata heimin kring seg. Undirvísingin kann eisini stuðla tí skapandi hugflognum og hjálpa næmingunum at menna eina kenslu fyri list og mentan.

Leikteknikkir

Næmingar læra grundleggjandi leiklutaspæl, kropsligan rørsluteknikk, røddarbeiði, og improvisatión. Hetta hjálpir teimum at menna eina breiða palett av leikførleikum.

Persónsmenning og sjálvsálit

Dramaverkstaðið arbeiðir m.a. við at styrkja sjálvsálit og sjálvskenslu hjá hvørjum einstøkum næmingi, sum er avgerandi í leiklist og í lívinum annars. Næmingar læra m.a. at taka avbjóðingar við dirvi og at arbeiða konstruktivt við kritikki.

Samskifti og samspæl

Lærugreinin leggur stóran dent á týdningin av góðum samskifti og samstarvi, bæði á pallinum og í gerandisdegnum. Næmingar læra at arbeiða í toymi og at lurta eftir og virða hvønn annan.

Skapanarfrælsi

Dramaverkstaðið stuðlar undir at menna skapandi evnir hjá næmingunum. Gjøgnum leikritskriving, leikstjóran, og framleiðslu fáa næmingar møguleika at skapa og vísa fram sítt egna listarliga arbeiði.

Kenslulig og sosial evni

Næmingar læra at arbeiða við og vísa ymiskar kenslur og at skilja tað menniskjaliga relatiónsnetið. Hetta kann føra til betri empatisk evni og eina dýpri fatan av menniskjaligum relatiónum.