Hetta kanst tú læra

Tað krevst ongin forkunnleiki, men áhugin fyri at royna ymsu lærugreinirnar innan drama og teatur er neyðugur: Drama, dans, talu, rørslu, scenografi, búnar, ljós, ljóð og tónleik.

Hetta bjóða vit

Undirvíst verður í ymiskum lærugreinum, sum geva innlit og hegni í sjónleikarlist t.d.: røddvenjing, sjónleiksteknikki, konsentratión, dramaspøl, avspenning, andadráttsvenjing, teatursport, forumleik, improvisatiónsvenjing. 

Tá arbeitt verður við leiklist viðførur tað, at arbeitt verður við eini rúgvu av lívsáskoðanum og heimspeki (filosofi), sum kann snúgva seg um samfelagstrupuleikar, menniskjaligar styrkir og veikleikar, tað at menna seg frá barni til vaksnan og nógv annað.

Les meira um hvat drama er

Grundhugsan

Grundhugsanin undir drama- og teaturprocessroyndum er, at læra næmingar kynstrið at skapa list úr tilfari lærarin og næmingarnir hava valt at arbeiða við, og vera før fyri at bera tað fram fyri øðrum.

Hetta arbeiðið skal geva møguleika fyri at tosa og hugsa (reflektera) um innihaldið, so næmingarnir kunnu læra at seta orð á egnar kenslur og hoyra um kenslur hjá øðrum.

Visión

Hugsjónin er, at bólkarnir kanna/granska innihald og undirtekstir í evni, leiki ella øðrum tilfari lærarin og næmingarnir hava valt at arbeiða við, umseta tað til leik og gera eina sýning, sum næmingarnir føla teir eiga lut í.